Innanlands

Løgreglan: Púra friðarlig nátt

Lítið av fólki hevur verið í býnum, og skeinkistøð kring landið stongdu fyrr enn vanligt

(Savnsmynd: Essabarr)

(Savnsmynd: Essabarr)

2021-06-05 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin mæltu myndugleikarnir til at vísa serligt varsemi komandi vikuna orsakað av koronustøðuni í landinum. M.a. varð mælt til at avlýsa øll tiltøk, har nógv fólk koma saman. Smittan ferðast serliga millum tey ungu hesaferð, og mælt varð tí eisini til, at náttarlívið tók ein steðg hetta vikuskiftið.

Les eisini: Steðga á í eina viku

Skeinkistøð kring landið tóku tilmælini til sín og avgjørdu tey tí at steingja fyrr enn vanligt. Orsakað av hesum var lítið av fólki í býnum í gjárkvøldið og í nátt.

Øll skeinkistøðini stongdu fyrr enn vanligt, og hevur talan tí verið um eina stak friðarliga nátt, verður upplýst av politistøðini.

– Tey flestu lótu aftur á midnátt, men onkur stongdi longu klokkan 23, sigur vakthavandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder