Sambært Kringvarpinum var talan um ein mann í skíðmasku og á reyðari súkklu, ið var hóttandi í sínari atferð mótvegis nøkrum ungum, sum vóru í miðbýnum í Tórshavn gjárkvøldið.
Hann gjørdi seg inná valplaktir hjá Sambandsflokkinum; skræddi fleiri niður og koyrdi tey í ruskíløt. Hetta var við Vaglið og við Essabar.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/10/26/890x590/1666773931fohmlwkkxo.jpg)
Myndir: Sverri Egholm
Løgreglan váttar fyri Portalinum, at viðkomandi persónur er meldaður, og at málið nú verður kannað nærri.
Tá tað er slíkt, er talan um herverk/stuldur. Um persónurin verður dømdur, so fellur ein revsing, og møguliga verður talan um endurgjaldskrav.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/10/26/890x590/16667739483a2uzv25uj.jpg)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/10/26/890x590/1666773952jbvsgkare0.jpg)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/10/26/890x590/1666773944aqb9kjkn1e.jpg)
Tað er farið beinleiðis eftir plakatum hjá Sambandsvalevnum (Myndir: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald