Innanlands

Løgreglan: Bátastevnan sum heild verið friðarlig

Ein persónur bleiv burturvístur av staðnum, og tveir hava sovið í brummuni í nátt, harav tann eini er skuldsettur fyri harðskap móti einum løgreglufólki

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-16 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið er bátastevna í Vestmanna, og hóast nógv fólk hava verið úti í hesum sambandi, hevur tað sum heild verið friðarligt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tó vóru tríggir persónar, sum ikki dugdu sær hógv. Ein bleiv burturvístur av staðnum, og tveir vórðu tiknir við á løgreglustøðina at sova rúsin av sær. Teir fáa eina skuldseting fyri brot á skilhaldsreglurnar. Tann eini persónurin verður eisini skuldsettur fyri harðskap móti tænastumanni, tí hann blakaði mat eftir einum løgreglufólki.

Annars hevur seinasta samdøgrið verið heilt friðarligt, sigur vaktleiðarin, og hava fyriskiparar av bátastevnuni, samarittarnir, og gestirnir rós uppiborið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder