2026-04-16 07:42
Vertíðin fyri nummarplátuveiði er byrjað. Herfyri boðaði Akstovan frá, at hon hevur latið løgregluni ein lista við 799 nummarplátum, ið sita á bilum, hvørs eigarar ikki hava rindað veg- og umhvørvisgjøld fyri fyrra hálvár 2026.
Í nátt var løgreglan so úti, og klipti 87 sett av nummarplátum. Hetta var í Havn.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini ávarar um, at henda veiða heldur fram hesar komandi dagarnar, tí listin av plátum, ið farast skal eftir, er óvanliga langur í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald