Innanlands

Lognberg og listi A fingu meirilutan

Gerhard Lognberg fekk færri atkvøður enn seinasta val, men hevur meirilutan

Gerhard Lognberg (Mynd: Kvf.fo)

Gerhard Lognberg (Mynd: Kvf.fo)

2020-11-10 21:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Skopunar kommunu var tætt og spennandi val. Listi A fekk 159 atkvøður og listi B fekk 153 atkvøður.

Tað merkir at listi A hevur vunnið sær trý umboð og hevur meirilutan, meðan listi B fær tvey umboð í kommunustýrinum.

Borgarstjórin seinastu nógvu árini, Gerhard Lognberg á lista A, fekk 64 atkvøður. Marjun S. Debes fekk næstflestar atkvøður við 56 atkvøðum.

Sostatt bendir alt á, at Gerhard Lognberg heldur fram sum borgarstjóri.

Nýggja kommunustýrið í Skopunar kommunu:
Gerhard Lognberg 64 atkvøður
Marjun S. Debes 56 atkvøður
Winnie Kjærbo 45 atkvøður
Fríðfinn Nicolajsen 32 atkvøður
Hallmar Winther 21 atkvøður

Valluttøkan var 91,6 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder