Løgmaður hevur í kvøld sent áheitan út um rúsevnistrupulleikan, sum er í Føroyum:
Góðu tit øll,
Rúsevni eru ikki longur bara nakað, sum fólk við stórum misnýtslutrupulleikum nýta.
Rúsevni er tíverri blivið ein vanligur partur av veitslum og umhvørvum, har ung koma saman.
Hetta skulu vit undir ongum umstøðum venja okkum við ella góðtaka.
Landsstýrið er longu í holt við at seta fleiri átøk í verk, sum skulu forða fyri, at børn og ung gerast partur av slíkum vandamiklum og oyðileggjandi virksemi.
Men hetta málið er nógv størri enn so, tí hetta umfatar alt samfelagið.
Tí vil eg sum løgmaður koma við eini áheitan til tykkum øll:
Um tit síggja onkran, sum nýtir rúsevni. Sigið frá.
Síggja tit onkran, sum selur ella bjóðar øðrum rúsevni. Sigið frá. Meldið!
Fyri hvørja sølu av rúsevnum, eru menniskju og familjur, sum verða hart rakt. Lív, sum syndrast.
Vit skulu ikki hyggja burtur, lata sum luft ella hugsa, at tað ikki viðkemur okkum.
Tí tað ger tað. Hetta er ein felags ábyrgd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald