Innanlands

Løgmaður svarar atfinningunum um kommunulæknarnar

Aksel V. Johannesen sigur, at samgongan hevur betra um støðuna

Aksel V. Johannsen, løgmaður (Skíggjamynd av KVF)

Aksel V. Johannsen, løgmaður (Skíggjamynd av KVF)

2018-08-01 14:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Bæði Kári P. Johannesen og Jenis av Rana hava nýtt høvi í dag at vísa á tørvin á fleiri kommunulæknum í føstum starvi. Teir báðir finnast at, at løgmaður í løgmansrøðuni tosar um samgongan hevur betra um umstøðurnar.

Kári P. Højgaard segði m.a., at samgongan skal steðga við at reypa um fleiri kommunulæknastørv, tí at kommunulæknarnir mangla. Ein stórur partur av størvunum er mannað av avloysarum. Jenis av Rana vísti á, at 20.000 fólk ikki hava nakran fastan kommunulækna.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at støðan er nógv betri í dag enn hon hevur verið. Hann sigur, at hóast talan ikki er um fastar kommunulæknar, men við avloysarum, so er hetta frægari enn einki. Løgmaður vísir eisini á, at lýst hevur verið eftir 10 kommunulæknum fyri stuttum, og at tríggjar umsóknir eru komnar inn.

- Fyri fáum árum vóru 19 kommunulæknar. Seinni í ár verða 27. Hetta er uttan iva ein framgongd, sigur løgmaður um viðmerkingarnar til støðuna á kommunulæknaøkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder