Innanlands

Løgmaður fær best skoðsmál

Spyr.fo: Einasti í landsstýrinum, sum fær yvir miðal í ummæli frá veljarunum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-07 16:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bárður á Steig Nielsen er einasti av sjey landsstýrisfólkunum, sum fær yvir miðal í ummæli frá veljarunum.

Tá Spyr.fo gjørdi veljarakanning á ársdegnum fyri løgtingsvalið, vóru tey eisini biðin um at meta um, hvussu tey mettu landsstýrisfólkini hava klárað seg hetta fyrsta árið við borgarligu samgonguni.

Tey spurdu fingu høvi at geva landsstýrisfólkum ummæli frá 1 til 5, har 1 er ’sera illa’, 3 er ’miðal’ og 5 er ’sera væl’

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fekk karakterin 3,2 og er sostatt einasti, ið liggur oman fyri miðal.

Tó skal sigast, at hini landsstýrisfólkini ikki liggja so langt undir miðal. Tey, ið fáa verst ummæli sambært kanningini, eru Jørgen Niclasen, Jenis av Rana og Elsebeth M. Gunnleygsdóttir við 2,7.

Sum vera mann, eru veljararnir hjá samgonguflokkunum meira nøgd við landsstýrisfólkini, enn veljararnir hjá andstøðuni eru.

Løgmaður fær heili 4,2 í miðal frá samgonguveljarunum og 2,4 í meðal frá andstøðuveljarunum og stendur seg nógv best.

Jørgen Niclasen við 1,9 og Elsebeth M. Gunnleygsdóttir við 2,0 eru tey, ið standa seg ringast hjá andstøðuveljarunum.

Men eisini her er eisini stórur munur á landafrøðini, tá hugt verður eftir um veljarin býr í ella uttan fyri høvuðsstaðin.

Veljararnir, sum búgva uttan fyri høvuðsstaðin eru munandi nógv nøgdari við landsstýrisfólkini, enn veljararnir í Havn.

Uttan fyri havnina fáa landsstýrisfólkini millum 2,8 og 3,5 í karakteri, meðan havnarfólk geva landsstýrisfólkunum millum 2,3 og 2,8 í karakteri.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder