Innanlands

Løgmaður á vitjan klokkan 13

Beinir Johannesen er á vitjan hjá Árna Gregersen á FM1 klokkan 13. Samrøðan verður stroymd við video á Portalinum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-06-11 11:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Beinir Johannesen hevur sitið sum løgmaður í tveir mánaðir og nú løgtingið er farið í summarfrí hevur Árni Gregersen boðið honum í rásarúmið hjá FM1 klokkan 13.

Prátað verður um fyrstu tíðina sum løgmaður, samgonguskjalið, stevið, og hvørjum landsstýrið kemur við á ólavsøku.

Samrøðan verður sjálvsagt at hoyra á FM1 og verður eisini stroymd við video á Portalinum. Stroymingin verður tøk stutt undan klokkan 13.

Lurta eftir FM1 her ella á frekvensunum kring landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder