Innanlands

Lógin um gongd í haga verður løgd fyri løgtingið í heyst

Tað er umráðandi, at atgongd er at náttúruni undir skipaðum viðurskiftum, sigur landsstýrið í fylgiskjalinum til løgmansrøðuna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-31 13:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Farið verður nú undir at skipa gongd í haga við lóg. Tað boðar landsstýrið frá í fylgiskjølunum til løgmansrøðuna.

Lógin um gongd í haga verður løgd fyri løgtingið í heyst. Størri friður hevur verið um hetta evni í ár, helst tí at náttúran ikki hevur verið so nógv trádd í ár eftirsum ferðafólkini hava hildið seg burtur undir koronasmittuni.

Landsstýrið staðfestir, at náttúran er eyðkenni Føroya sum ferðamál, og tí er umráðandi, at atgongd er at náttúruni undir skipaðum viðurskiftum.

- Hjá teimum, sum hava áræði, orku og hugflog, skulu vera góðir møguleikar at skapa nýtt virksemi í ferðavinnuni, verður staðfest fylgiskjalinum til løgmansrøðuni.

Málið snýr seg eisini um møguleikan at hava eitt virkið og burðardygt útilív í náttúruni til frama fyri trivnað, heilsu og náttúrutilvitsku. Málið ber eisini við ferðavinnu øðrumegin og náttúruvernd hinumegin umframt fyrilit fyri at síggja til mótsettum áhugamálum millum ferðavinnu og landbúnað. Tí er tørvur á at skipa hesi viðurskiftini.

Ferðing í náttúruni skal skipast á burðardyggum grundarlagi, og gjøld skulu samskipast, so at ferðavinnan hevur støðugar og tryggar karmar at arbeiða undir. Ferðavinnan skal vera ein vinna fyri alt landið, og peningur skal falla til økini, har virksemið fer fram.

Stór mál vórðu sett fyri vøkstri í ferðavinnuni fram til 2020, og tey eru at kalla rokkin. Fyri landið hevur tað stóran týdning, at 2020 ferðavinnan hevur góðar umstøður at mennast, skulu Føroyar vera kappingarførar við onnur lond, stendur í fylgiskjalinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder