Mentan

Lóg um biografar farin í søguna

Tað merkir, at nú verður ikki longur neyðugt at søkja um loyvi til annaðhvørt at stovnseta og reka biografar ella til at hava einstakar almennar filmssýningar

Havnar Bio, ið er einasti virkni biografurin í landinum í løtuni, skal ikki longur søkja um at fáa loyvið endurnýggjað, men skal framhaldandi halda krøv um brunatrygd o.a (Savnsmynd)

Havnar Bio, ið er einasti virkni biografurin í landinum í løtuni, skal ikki longur søkja um at fáa loyvið endurnýggjað, men skal framhaldandi halda krøv um brunatrygd o.a (Savnsmynd)

2023-11-17 16:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Løgtingslóg um biografar er nú avtikin. Tað merkir, at nú verður ikki longur neyðugt at søkja um loyvi til annaðhvørt at stovnseta og reka biografar ella til at hava einstakar almennar filmssýningar.

Tann einasti virkni biografurin í landinum í løtuni, Havnar Bio, skal sostatt ikki longur søkja um at fáa loyvið endurnýggjað, men skal framhaldandi halda krøv um brunatrygd o.a.

Tað merkir eisini, at stovnar, feløg og einstaklingar, eitt nú mentanarhús, kommunur, kirkjur og ungdómshús, ið vilja hava almenna filmssýning, ikki fyrst mugu útvega loyvi frá landsstýriskvinnuni.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, fegnast um, at meiriluti fekst fyri uppskotinum:

– Tíðin er farin frá biograflógini. Lógin stavar frá eini tíð við filmseftirliti, sum ikki er til longur. Við avtøkuni av lógini verður minni skrivstovuveldi, samstundis sum at armslongdarmeginreglan verður vird.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder