Uttanlands

Löfven: Eg vil halda fram sum forsetisráðharri

Hóast meirilutin atkvøddi ímóti honum, hevur Löfven ikki mist vónina enn

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-09-25 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag atkvøddi meirilutin av ríkisdagslimunum ímóti at halda fram við Löfven sum forsetisráðharra.

Kortini er Stefan Löfven til reiðar at halda fram sum forsetisráðharri.

Tað segði hann á tíðindafundi stutt eftir atkvøðugreiðsluni í ríkisdegnum.

"Eg ynski at halda fram við at tæna land okkara sum forsetisráðharri. Eg vil leiða eina stjórn, sum hevur eina breiða undirtøku í ríkisdegnum, sum ger tað møguligt at fara frá afturlatna blokkpolitikkinum og leiða landið frameftir," segði Stefan Löfven.

Hóast Löfven hevur meirilutan ímóti sær í dag, merkir hetta ikki, at hann ikki kann halda fram sum forsetisráðharri, skrivar DR.

Formaðurin fyri ríkisdagin, Andreas Norlén, skal nú finna ein nýggjan møguligan stjórnarleiðara, og hevur hann fýra møguleikar at gera hetta. Men eydnast tað ikki viðkomandi at skipa stjórn, er møguleiki fyri, at Stefan Löfven heldur fram sum forsetisráðharri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder