Mentan

Livandi Varmakelda: Endaliga skráin kunngjørd

Á skránni verða framførslur frá 21KNM, Jens Marna v/bólki, Adrenaline, Kim Hansen v/bólki, Tunghoyrt, Ingi Poulsen duo, Dj Antony Charles, og Guðný Emilíana & Helgi Tórshamar

Jens Marni er eitt av nøvnunum, sum er lagt afturat skránni til Livandi Varmakeldu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jens Marni er eitt av nøvnunum, sum er lagt afturat skránni til Livandi Varmakeldu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-13 07:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið 5. juli verður eitt nýtt tónleikatiltak á skránni - Livandi Varmakelda.

Talan verður eftir ætlan um eitt afturvendandi tiltak á Varmakeldu í Fuglafirði, fyrsta leygardag í juli á hvørjum ári.

Allar konsertirnar verða í Mentanarhúsinum.

Fyrsta framførslan byrjar klokkan 19, og tiltakið endar um náttina klokkan 3.45. Í hesum tíðarskeiði fara átta ymiskir tónleikabólkar og einstaklingar á pallin.

Fyriskiparar hava nú kunngjørt endaligu skránna, og tey átta nøvnini eru:

  • 21KNM
  • Jens Marni v/bólki
  • Adrenaline
  • Kim Hansen v/bólki
  • Tunghoyrt
  • Ingi Poulsen duo
  • Dj Antony Charles
  • Guðný Emilíana & Helgi Tórshamar

Atgongumerki til tiltakið kunnu keypast á mh.fo, sum vísur til atgongumerki.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder