Innanlands

Lív sleipaði seglbát á Havnina

Báturin fekk maskintrupulleikar í morgun, tá hann var á veg inn á Havnina – Seks fólk vóru umborð

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-07-29 15:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun vóru boð eftir Rescue Lív at sleipa ein bát, sum var staddur 24 fjórðingar úr Havnini.

Talan var um ein svenskan seglbát, sum var áveg inn á Havnina, tá hann fekk maskintrupulleikar og ikki fekk siglt longur, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.

Fyri løtu síðani kom Lív á Havnina við bátinum. Sleipið tók uml. fýra tímar, og veðrið var gott, so tað gekk væl, sigur vakthavandi.

Seks fólk vóru umborð á seglbátinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder