
Lív & Tróndur fara at spæla á OY Voxbotn 2025.
Tað boða fyriskiparar frá í tíðindaskrivi í dag.
– Eygagóða sangparið hevur í áravís ferðast land og ríki upp og niður, og hava rúnarbundið okkum við teirra fagra ljóði. Tey skriva og framleiða vakran og lívligan fólkapopptónleik og tulka og týða eisini nógvan útlendskan tónleik.
– Á enskum er eitt útrykk sum eitur “match made in heaven”, og man hetta hóska sera væl til at lýsa duettina, vit øll elska. Bæði tvey hava framført undir egnum navni.
– Lív gjørdist fólkaogn, tá hon sang saman við Niels Midjord sála, og hennara mjúka, fagra rødd var ógviliga nógv at hoyra í lurtunum. Somuleiðis hevur Tróndur framført í mong, mong ár, og kanska minnast vit serliga væl hansara tulking av lagnum “Á kundi á tíðarhavi”, sum varð útgivin í nýggjum hami.
Størsta hitt teirra er helst lagið “Lítli Fuglur”, og í fjør góvu tey út summarliga lagið “Reasons Unknown”, sum við sínum løttu raggearútmum fer at rigga avbera væl í Vágsbotni, skriva fyriskiparar.v
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald