Mentan

Lív Karlamagnusar á føroyskum

Tað er munkurin Einhard, skrivari og næsti ráðgevi Karls, sum eftir deyða hansara skrivaði lívssøgu hansara: Vita Caroli Magni – Eilif Samuelsen hevur týtt bókina úr svenskum

2022-07-09 11:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesi vikuni gevur Forlagið HEMLIÐ út eina lítla bók um lív Karlamagnusar.

Flestu føroyingar munnu kenna navnið Karlamagnus, um ikki annað so av tí nógv umtalaðu breytini uppi í Hoyvík, sum hevur fingið navn eftir honum.

Karl hin Mikli er eisini kendur ígjøgnum kvæðini um brøgd hansara á vígvøllinum og tólvjavningarnar við Ólivanti, sum blásti í hornið, tá ið teir vóru komnir í tronga í Runsivali.

Tað er munkurin Einhard, skrivari og næsti ráðgevi Karls, sum eftir deyða hansara skrivaði lívssøgu hansara: Vita Caroli Magni.

Eilif Samuelsen hevur týtt bókina úr svenskum. Bókin er 105 bls.

Forlagið HEMLIÐ gevur út klassikarar í heimsbókmentum og hevur higartil givið út 19 bøkur. Yvirlit yvir allar bøkurnar sæst á hemlid.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder