Mentan

Listaframsýning við Ellinti Justinussen í Leirvík

26.-28. juni verður listaframsýning í hølunum undir Báta- og Listasavninum í Leirvík

2026-06-04 07:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í døgunum 26.-28. juni verður listaframsýning í hølunum undir Báta- og Listasavninum í Leirvík, Kulibakki 8.

Á framsýningini sýnir Ellintur Justinussen fram málningar og tekningar, bæði nýggj og eldri verk. Eisini luttekur Ester Skála við tekningum og øðrum.

Fernisering verður fríggjadagin 26. juni kl. 16. Tá kemur Eirikur Skála at undirhalda við tónleiki, og kaffi, te og okkurt søtt afturvið verður at fáa.

Ellintur Justinussen er føddur á Klaksvíkar sjúkrahúsi 10. desember 1963 og vaks upp í Leirvík sum yngstur í einum stórum barnaflokki. Longu sum barn brúkti hann nógva tíð at tekna, og áhugin fyri myndlistini fylgdi honum víðari gjøgnum skúlaárini.

Sum tannáringur fekk hann sítt fyrsta tilfar til at gera oljumálningar, og um 17 ára aldur varð hann boðin at luttaka á árligu Páskaframsýningini hjá Lions í skúlanum í Runavík. Har seldi hann eisini nakrar málningar, og hetta gjørdist ein týðandi byrjan á hansara leið sum listamaður.

Seinni fór Ellintur til Danmarkar at lesa til verkfrøðing. Lestrarárini í Århus og seinni tíðarskeið í Aalborg og Frederikshavn góvu honum bæði fakliga og listarliga menning. Hann gekk millum annað til modelltekning, tekni- og máliskeið, og fekk undirvísing í akvarelmáling hjá listakvinnuni Lotte Dyrberg.

Í dag býr Ellintur í Strandby, har hann er partur av listabólkinum Kontrasterne, sum heldur til í hølum á havnarøkinum. Har málar hann javnan saman við øðrum listafólkum og frítíðarlistafjepparum.

Nú kemur hann aftur til Leirvíkar við eini framsýning, ið bæði vísir hansara listarligu menning og sterka tilknýti til heimbygdina. Framsýningin verður í hølunum undir bátasavninum.

Fernisering er fríggjadagin 26. juni kl. 16

Opið er annars soleiðis:
Fríggjadagin 26. juni kl. 16-18
Leygardagin 27. juni kl. 13-17
Sunnudagin 28. juni kl. 15-17

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder