Mentan

Lions og list á ólavsøku

Aftur í ár fer ágóðin frá framsýningini til vælgerandi endamál

Bæði ólærd, sjálvlærd, lærd og onnur áhugað kunnu sýna síni listaverk fram á árligu framsýningini hjá Lions í Müllers Pakkhúsi

Bæði ólærd, sjálvlærd, lærd og onnur áhugað kunnu sýna síni listaverk fram á árligu framsýningini hjá Lions í Müllers Pakkhúsi

2025-07-01 09:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eisini hesa ólavsøkuna skipar Lions Club Tórshavn í samfullar fýra dagar fyri stórari listaframsýning í Müllers Pakkhúsi

Listaframsýningin er opin fyri øllum, ið hava hug til at sýna fram síni listaverk – ólærd, sjálvlærd, lærd og onnur. Longu nú kunnu áhugaðir framsýnarar melda síni listaverk til framsýningina, og freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi er mánadagin 21. juli.

Listaverkini kunnu latast inn í Müllers Pakkhúsi hósdagin 24. juli millum klokkan 16 og 18. Nærri kunning sæst á https://lions.fo/tn ella á www.facebook.com/lionstorshavn. Leinkja til tilmeldingarskjal: https://lionstorshavn.wufoo.com/forms/x6zjk9n1b1tano

Ágóðin av framsýningini fer óskerdur til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap. Hvør fær ágóðan í 2025, er ikki endaliga avgjørt enn, men verður kunngjørt seinni.

Sjálv framsýningin letur upp seinnapartin sunnudagin 27. juli og heldur síðan fram alla ólavsøkuna, líka til mikudagin 30. juli. S

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder