Vit hava ikki nýtt so nógva tíð uppá danska valið, vegna valið í Føroyum. Vit taka meira samanum á Portalinum út á mikudagin, men her er stutt yvirlit í myndum og teksti:
![]()
Endaliga úrslitið (DR)
Mette Frederiksen hyggur enn uppá møguleikar fyri samstarvið - men tað sær heldur svart út (Mynd: Sverri Egholm)
Sum talvan omanfyri vísir, er tann sosialdemokratiski greitt tann størsti við nærum 22 prosentum. Hetta er tó stór afturgongd, í mun til 2022, og ringasta val floksins síðani 1903. Flokkurin hjá Mette Frederiksen missir tólv sessir í fólkatinginum.
Flokkar sum SF og Dansk Folkeparti ganga væl fram, og Liberal Alliance, sum hevur føroysku Sólbjørg Jakobsen sum politiskan orðførara, fekk eisini gott val. LA yvirhálar tó ikki Venstre sum størsta flokk í bláum blokki (á høgra vonginum).
Tað verður flokkurin á miðjuni og tann á 6. plássi, sum kann standa sum stóri vinnarin av danska valinum. Moderaterne hava verið í samgongu við júst Venstre og Sosialdemokratiet og hava í onkrari veljarakanning verið undir tinggáttuni.
Men Lars Løkke Rasmussen er snildur. Hann hevur sett sín flokk mitt á miðjuna, sum tann einasti ið kann samstarva við øll. Hetta sær út til at gerast lyklaleiklutur fyri Løkke. Sambært metingunum í kvøld, verður royndi maðurin sonevndur "kongemager". Samanlagt fekk flokkurin 14 fólkatingssessir.
![]()
Skíggjamynd: DR
Sum myndin vísir, vanta vengurnir fitt av "mandatum" - fólkatingssessum - fyri at skapa ein meiriluta. 90 er gylta talið. Har kunnu "norðuratlantisku" mandatini telja. Hjá Føroyum eru Anna Falkenberg (Venstre) og Sjúrður Skaale (Sosialdemokraterne) á hvør sínari síðu, um vit taka eftir systurflokkunum.
Spurningurin hvussu sær út í Grønlandi fáa vit endaligt svar uppá út á midudagin.
Annars kom nevnda Sólbjørg Jakobsen inn, og hálvi føroyingurin á Fjóni, Bjørn Brandenborg - beiggi Pernille Brandenborg ið er liðskipari á føroyska honbóltslandsliðnum hjá kvinnum - eisini inni á Fólkatingið aftur fyri Sosialdemokratiet.
Allir tólv flokkarnir í Danmark komu upp um tinggátt. Talan var um samanlagt lægstu valluttøku í 36
Meira um danska valið seinni út á mikudagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald