Innanlands

Liðugt løtt til seinasta skotið

Stórur dagur á Sandoynni í dag

(Mynd: Sonni á Horni)

(Mynd: Sonni á Horni)

2022-02-03 12:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt tykist nú at vera klárt til seinasta skotið í Sandoyartunnlinum.

Sandoyarmegin gera tey klárt til stórt hátíðarhald við røðum, kaffi og køkum í ítróttarhøllini. Og niðri á botni streymoyarmegin, haðani borað og løtt verður, er sjálvandi eisini spenningur.

Sum myndin vísir, eru løðingarnar klárar, og pyntað er við Merkinum og NCC-logo. Ætlanin er at seinasta skotið at loysa teir seinastu fimm metrarnar av bergi millum Sandoynna og Streymoynna verður latið av klokkan 13.15.

Nógvar røður eru á skránni og bara menn sleppa framat. Á røðaralistanum standa Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun og fyrrverandi tingmaður, Brandur Sandoy, fyrrverandi borgarstjóri á Sandi og fyrrverandi tingmaður, Páll á Reynatúgvu, tingmaður og fyrrverandi borgarstjóri á Sandi, og Heri Sverrason, núverandi borgarstjóri á Sandi.

Jørgen Niclasen og 94 ára gamla Harriet Krog Jensen, skjóta síðsta skotið.

Sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya sendir beinleiðis frá hendingini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder