Innanlands

LGBT Føroyar meira sjónligt í býarmyndini

Felagsskapurin hevur fingið høli í miðbýnum frá Tórshavnar kommunu. Vit síggja fyri okkum eitt livandi og litríkt stað, sum fer at seta sín dám á býarmyndina og lívið í miðbýnum, verður sagt

Sonja Jógvansdóttir, nevndarlimur, Siri Súsannudóttir Hansen, nevndarlimur, Annika Olsen, borgarstjóri, Bartal Nolsøe Poulsen, nevndarlimur, Annlis Bjarkhamar, nevndarlimur, Annika S. Vang, nevndarlimur, Gunvør Balle, varaborgarstjóri og Sunneva Háberg Eysturstein, nevndarlimur

Sonja Jógvansdóttir, nevndarlimur, Siri Súsannudóttir Hansen, nevndarlimur, Annika Olsen, borgarstjóri, Bartal Nolsøe Poulsen, nevndarlimur, Annlis Bjarkhamar, nevndarlimur, Annika S. Vang, nevndarlimur, Gunvør Balle, varaborgarstjóri og Sunneva Háberg Eysturstein, nevndarlimur

2020-11-30 07:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í vikuni fekk LGBT Føroyar hølini á triðju hædd í Tórsgøtu 16 í Havn, og við tí ætlar felagsskapurin at vera meira sjónligur í býarmyndini.

At vit nú verða sjónlig í býarmyndini í høvuðsstaðnum er eitt jaligt tekin um, at høvuðsstaðurin rúmar øllum. Hølini í Tórsgøtu geva okkum møguleika at vaksa og fjølltátta okkara virksemi, sigur LGBT í tíðindaskrivi.

[object Object]Tað er í hesum bygninginum í Tórsgøtu, at LGBT fer at húsast (Mynd: Google Maps)

- Vit síggja fyri okkum eitt livandi og litríkt stað, sum fer at seta sín dám á býarmyndina og lívið í miðbýnum, og vera við til at skapa ein enn betri og fjøllbroyttari høvuðsstað, har øll kunnu kenna seg væl og vælkomnan.

- LGBT Føroyar hevur sett sær fyri at betra um sálarheilsuna og trivnaðin hjá LGBTarum. Vit hava sett okkum sum mál, at ongin LGBTari skal kenna seg einsamallan, og at LGBTarar skulu hava eitt stað at leita sær til fyri at fáa hjálp og ráðgeving.

Hetta skulu nýggju hølini vera við til at stuðla undir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder