Fyrst ein rættleiðing til seinastu umrøðuna frá G! festivalinum:
Tað er ikki einans Frændur, sum kann proppa Gøtusand við fólki. Tað klára Clickhaze eisini.
Sum væntað frammanundan, so gjørdist framførslan hjá Clickhaze tað stóra hæddarpunktið á G! festivalinum í ár.
Legendariski gøtubólkurin, við bert einari útgávu aftan fyri seg, er sjálvur upprunin til G!
Jón Tyril var ímyndin av festivalinum øll tey fyrstu árini. Eivør hevur verið fastur gestur eisini á hvørjum ári. Mikael Blak eisini. Og nú er tað villmaðurin handan trummurnar, Høgni Lisberg, sum hevur tónleikaligu ábyrgdina.
Og gott var, at maðurin við ábyrgdini dittaði sær at vera so sjálvsøkin at seta sítt egna orkestur á skránna sum høvuðsnavn í ár.
Tí tónleikaliga var tað ikki bara eitt upplivilsi at hoyra sangirnar hjá Clickhaze aftur. Eftir 23 ár í venjing í øðrum samanhangum, hevur Clickhaze ongantíð spælt betur enn tað sama.
![]()
(Mynd: G! festivalurin / Lykke Nielsen)
Petur livir
Men sanniliga var tað eisini ein lívsjáttandi uppliving at uppliva Petur Pólsson aftur á palli.
Originali orðasnillingurin og virðislønta skaldið, sum tá upptraðkaði í úlpu og ullintari alpaca- ella chullo-húgvu sum mótsetningurin til ta (tá) ljósu, ungu og fríðu Eivør, hevur stórt sæð ikki verið at sæð í almenninginum síðan hann fekk eitt strik undir arbeiði sum lærari á Giljanesi fyri fleiri árum síðani. Síðan hevur hann verið bundin av hjálp frá øðrum fyri at megna gerandisdagin – ein hørð lagna.
Tá eitt heiðurskvøld varð hildið fyri honum í Løkshøll herfyri, hevði Petur ikki heilsu, orku ella dirvi til sjálvur at koma fram á pallin. Men tað gjørdi hann í gjárkvøldið. Í koyristóli við hjálp frá dóttrini.
Petur greiddi sín leiklut til fulnar í tí eina sanginum, og eyguni vættust hjá okkum øllum á sandinum, sum upplivdu hesa episku løtuna.
Ein lívsjáttandi og rørandi uppliving. Petur livir og tað er gott!
![]()
Eivør Pálsdóttir og Ólavur Jákupsson (Mynd: G! festivalurin / Lykke Nielsen)
Eivør og Ólavur – what a match
Eitt annað hæddarpunkt á framførsluni hjá Clickhaze var, tá eitt annað heimsnavn úr Gøtu, Ólavur Jákupsson – hann, ið vit minnast sum frontfigururin í kultbólkinum Gestir, og síðan nærum ikki hava sæð í Føroyum – kom at syngja ein sang saman við sínum fyrimyndum.
Ófatiliga flott at hoyra ljósu røddirnar hjá Ólavi og Eivør syngja saman.
Sannførandi instrumentalt
Tónleikaligu upplivingarnar á festivalinum í gjár, komu tíðliga á degnum, har bólkurin Afenginn hevði eina framførslu á høgum støði. Teir spældu sína nýggjastu instrumentalu útgávu út í eitt uttan fjas og snakk inn í millum.
Tá oyrað og sinnið eftir eina løtu var innstillað til hetta slag av tónum, gjørdist hetta eitt sansaligt upplivilsi av teimum góðu á sandinum.
Nakað tað sama hendi eftir Clickhaze konsertina á spæliplássinum. Eitt niðurlendskt-portugisiskt trýmanna orkestur, Collignon, sum eisini spældi instrumentalt.
Afenginn (Mynd: G! festivalur / Lasse Lagoni)
![]()
Collignon (Mynd: Jens Kr. Vang)
Kann ikki sammetast við Afenginn yvirhøvur, men í musikaliteti gjørdist hetta næstan eitt størri upplivilsi. Harður tónleikur har rútmurnar koyrdu 300 kilometrar um tíman, men har tað ongantíð var eitt slag, ið ikki rakti beint á beatið. Ótrúliga musikalskt.
Og vit, sum stóðu aftarlaga og høvdu hug at halda fyri oyruni fyri at verja hoyrnina upplivdu, at tað tók bara eina evarska lítla løtu frá tí, at fólk høvdu klatrað upp á spæliplássið, til teyvóru byrjað at dansa. Imponerandi.
![]()
Tommy Cash (mynd: Jens Kr. Vang)
Estiskur pussfiskur
Og so var tað estiski pussfiskurin, Tommy Cash, sum eisini megnaði at savna eina stóra fjøld framman fyri pallinum. Hann dugdi at undirhalda, og hann skal hava rós fyri at seta eina løtu av til at minnast ætlaða høvuðsnavnið á G! festivalinum í ár, Oliver Tree, sum doyði í flogvanlukku í Brasil herfyri.
Men tað var heilt týðuligt, at 85 prosent av teimum frammøttu – harav størsti parturin vóru børn - einans vóru komin fyri at hoyra tann eina av hansara sangum. Ein fjákutan sang, ið kláraði seg væl til Eurovision í fjør.
Tað sást so týðuliga av, at tá hesin sangurin varð spældur – skulu vit siga tá umleið ein tíggjundapartur var eftir av konsertini – so var ein stríður streymur av fólki, sum leitaði sær av sandinum aftur. Tey vóru als ikki áhugað í at hoyra tað, sum Tommy Cash hevði eftir at bjóða.
![]()
Moyka (Mynd: Jens Kr. Vang)
Yvirmatchað Moyka
Undan estiska pussfiskinum var ein norsk sangarinna á pallinum saman við einum DJ, sum stóð fyri at skrúva rætta tónleikin frá.
Her var trupulleikin ikki at finna pláss framman fyri pallin. Áhugin at hoyra Moyka var lítil og ongin. Hon var fullkomuliga yvirmatchað her, og átti at spælt í Fjósinum í staðin.
Evnaríkar kvinnur
Á spæliplássinum vóru sangarinnurnar meira sannførdar í teirra upptraðkanum. Her kundu vit uppliva tvær av mest spennandi still-up-and-coming sangarinnunum á føroyska pallinum. Fyrst Marionnu Winther og síðan Elinborg Pálsdóttir.
![]()
Marianna Winther (Mynd: Jens Kr. Vang)
![]()
Elinborg (Mynd: Jens Kr. Vang)
Sera evnaríkar báðar tvær og sannførandi. Men tað má sigast, at Elinborg eftirhondini er tann, sum eigur munin, tá tað kemur til at fanga áhoyraran við sínum sangum.
Hon hevur einans tveir tónleikarar aftan fyri seg, Jan Rúna Poulsen á slagverki, og Heðin Ziska Davidsen á, ja, tað eru ikki vanlig instrument hann spælir uppá, tað er meira knøttar hann skrúvar upp og niður fyri, at síggja til.
Men ljóðið, sum kemur úr hátalarunum er øgiligt og sannførandi. Eitt sindur irriterandi hjá okkum vanligu áhoyrarum, at vit ikki kunnu skyna á, hvussu nógv av tónleikinum er innspælt á back-track frammanundan, og hvussu nógv, ið veruliga verður framført live. Men sannførandi er tað.
![]()
Ásgeir (Mynd: Jens Kr. Vang)
Lítillátni íslendingurin
Og nú mundu vit næstan gloymt íslendska Ásgeir, sum spældi á spæliplássinum fyrr á kvøldinum. Kanska gitnasta navnið á plakatini á festivalinum í ár, sum fyrr hevur verið førdur fram sum høvuðsnavn á G! Men vit kunnu bara staðfesta, at tað var gott, at hann var settur á skrá so tíðliga á degnum.
Dugnaligur og tryggur í síni framførslu, og sangirnir eru, ja fínir. Men Ásgeir megnar ikki, ella vil hann ikki, kynda undir áhoyraran á nakran hátt. Hann ger ikki meira enn at framføra sínar sangir, uttan nakað hóvasták ella snakk millum sangirnar. Harvið gerast hansara framførslur ikki minniligar.
Takk fyri hesaferð
Enn ein G! festivalur er av. Enn einaferð hava gøtufólk prógvað, at tey í roynd og veru hava tann mest sannførandi festivalin her á landi. Ikki altíð tí tey hava tann besta tónleikin, kanska tann mest spennandi tónleikin, tó. G! er so nógv annað enn ein tónleikafestivalur, og tí vinnur G! hvørjaferð. Ikki minst tá veðrið er til vildar, eins og tað var í ár.
Takk fyri hesaferð.
PS: Líka eitt hjartasuff. Tað hevði verið lekkurt um framførslurnar á stóra pallinum vóru varpaðar á stórskíggja. Tey, ið ikki sleppa fram um miksarapultin at standa, hava ongan kjans at uppliva hvat fer fram á pallinum, og tað er spell.
PPS (tað afturvendandi): Eini 20 ves til 6.000 fólk og ongin pissirenna? Tað gongur ikki, altso...
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald