Innanlands

Letur upp í nýggjum hami 1. mai

Rúni Djurhuus sigur, at tað er fult bókað til hetta summarið á gistingarhúsinum Yviri við Strond, sum skjótt broytir navn til Hotel Djurhuus og fer at síggja heldur øðrvísi úr. Virksemi koyrir við lágum blussi komandi tveir mánaðirnar

Hotel Streym verður til Hotel Djurhuus við ávísum broytingum 1. mai (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Hotel Streym verður til Hotel Djurhuus við ávísum broytingum 1. mai (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2021-03-04 17:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í løtuni er tað opið sum vant, men vit koyra við lágum blussi. Soleiðis verður fram til 1. mai, tá latið verður upp við fullari megi og nýggjum navni.

Soleiðis greiðir Rúni Djurhuus frá ætlanini við Hotel Streym í høvuðsstaðnum, sum um góðar tveir mánaðir skiftir navn til Hotel Djurhuus. 

[object Object]
Í dag kom nýggja navnið upp (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Rúni Djurhuus keypti í september í fjør gistingarhúsið frá miðvinginum Svend Aage Ellefsen, sum hevði rikið gistingarhúsið síðan 2006. Nýggi eigarin sigur í dag við Portalin, at í løtuni verður nýggja móttøkan gjørd, eins og nýggj matstova, har tað framvegis verður møguleiki at fáa morgunmatarbuffet.

- Hetta verður framvegis eitt trý-stjørna hotell við einum "face-lift". Umbygging er í gongd í løtuni

Fult bókað í summar
Ferða- og tænastuvinnan í Føroyum hevur ikki havt tað gott síðani korona rakti. Hóast tað lótu tvey gistingarhúsu upp í høvuðsstaðnum í fjør, og tøli frá Hagstovuni vísa, at føroyingar gista munandi meira á egnum gistingarhúsum. 

Í løtuni er framtíðin óviss hjá fleri, og óvist er nær mongu koppsetingarnar og lága smittutalið, sum nú er null, fara at gera at tilmælini linka. Rúni Djurhuus vónar, at tað verður áðrenn summarið kemur. Hann sigur við Portalin, at á gistingarhúsinum hjá honum Yviri við Strond longu er fult bókað í summarmánaðunum.

Les eisini: 
Øll starvsfólkini uppsøgd
Gistingar minkaðu við góðum 40 prosentum í fjør

[object Object](Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder