Innanlands

Lestrarstuðulin hækkar gott prosent

Miðalprístalið hækkaði 1,1 prosent í fjør, og tí fer lestarstuðulin at hækka nakrar krónur

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-07-21 18:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Av tí at miðalprístalið hækkaði 1,1 prosent í fjør, er lestrarstuðulin hækkaður nakrar krónur.

Sambært kunngerð frá mentamálaráðnum, er lestrarstuðulin til teirra, ið taka hægri lestur ella taka eina førleikagevandi útbúgving nú 4.362 krónur.

Studningurin til teirra, ið lesa á miðnámi ella í fólkaskúla er 3.857 krónur til útibúgvandi og 1.858 krónur til heimabúgvandi.

Kunngerðin kemur í gildi 1. august. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder