Mentan

Lena Anderssen á konsertferð í Danmark

Hetta er fyrstu ferð, at hon fer at framføra uttan fyri landoddarnar síðan mars 2020 – Konsertir vera í Odense, Aalborg og Keypmannahavn

2021-09-06 21:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Odense, Aalborg og Keypmannahavn.

Hesir vera býirnir, ið føroyska songkvinnan Lena Anderssen vitjar, nú hon á fyrsta sinni aftur fer at framføra uttan fyri landoddarnar síðani mars 2020.

Fríggjakvøldið 10. september trína Lena og hennara bólkur á pall á spælistaðnum Dexter í Odense. Hóskvøldið 16. september verður konsert í Huset í Aalborg og leygarkvøldið 18. september vitjar Lena so í Keypmannahavn, har framført verður í Kulturium Teater í Ishøj.

Við sær hevur Lena tónleikararnar Niclas Johannesen á guitar, Jóhannus á Rógvu Joensen á bass, Josva Debes á trummur, umframt Alexander Gaard Joensen, ið stendur fyri ljóðinum.

Seinasta árið eru trý nýggj løg av komandi útgávuni State of the Land útgivin. Umframt heitislagið, so eru sangirnir "Aimee" og "The Airport" eisini útgivin, og hava tey verið at hoyra bæði í Føroyum og uttanlands, eitt nú á P4 í Danmark og BBC í Bretlandi.

Atgongumerki til konsertirnar fáast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder