Innanlands

Leki kann raka føroyskar League of Legends spælarar

Leki av innritanarupplýsingum frá 2012 spøkir aftur

2018-07-31 09:11 Author image
Ari av Rana

League of Legends spælarar vóru út fyri tí óhepnu støðu í 2012, at teldusníkar megnaðu at stjala innritanarupplýsingarnar av servarum hjá League of Legends. Millum upplýsingarnar vóru navn, føðingardagur, teldupostadressa og bronglað loyniorð hjá spælarum.

Av tí at loyniorðini vóru bronglað, varð ikki gjørt stórvegis meir við hetta tá, men nú eru aftur trupulleikar. Nú seks ár seinni eru 340.000 avbronglaði loyniorð leysgivin og atkomilig á netinum, skrivar KT-Holan á heimasíðu síni.

Føroyskir spælarar verða eisini raktir av trupulleikanum, tí at nakrir av servarunum, sum vórðu álopnir, vóru servarar, sum føroyskir spælarar nýttu.

KT-Holan vísir á, at føroysku leikararnir sjálvir hava møguleika at kanna, um síni loyniorð eru millum tey 340.000, sum eru likin, við at fara inn á databasan hjá “Havi I Been Pwned”. Vegleiðing til hesa tænastu sæst her.

placeholder
placeholder