- Vit eru í einari tíð, har alsamt størri dentur verður lagdur á tilbúgving og samfelagstrygd. Við at savna hesar uppgávurnar hjá Vørn fáa vit eitt sterkari fakligt umhvørvi og betri møguleikar fyri at samskipa og menna tilbúgvingina í Føroyum.
Hetta sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, sum varðar av tilbúgvingarøkinum, í sambandi við bygnaðarbroytingar.
Hesar eru kunngjørdar fríggjamorgnin og eru soljóðandi:
- Umsitingin av tilbúgvingarlógini og tilhoyrandi starvsfólk verða flutt frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum til Vørn. Samstundis verður Arbeiðs- og brunaeftirlitið umskipað til Arbeiðseftirlitið. Broytingarnar fáa gildi 1. septembur 2026.
Endamálið er at savna tilbúgvingarøkið í Vørn og harvið styrkja samskipanina og menningina av økinum, skrivar Almanna- og Bústaðaramálaráðið, sum varar av arbeiðsumhvørvinum.
- Arbeiðstrygd skal raðfestast hægri, hugburðurin á arbeiðsplássum skal broytast, og vit skulu hava eina nullhugsjón, tá tað kemur til arbeiðsvanlukkur. Í hesum sambandi meti eg, at tað kann vera gagnligt, at Arbeiðseftirlitið kann savna sína orku um arbeiðstrygd, staðfestir Margit Stóra.
Júst betri arbeiðstrygd í Føroyum er nakað, sum landsstýriskvinnan hevur lagt dent á, síðani hon tók við. Og nú verður arbeiðsumhvørvisøkið høvuðsvirksemið hjá Arbeiðseftirlitinum
Sí eisini: Margit Stóra: - Vit skulu broyta okkara hugburð til arbeiðstrygd
Stjóraskifti á Arbeiðseftirlitinum - flytingar til Vørn
Landsstýrið boðar í morgun eisini frá, at í sambandi við bygnaðarbroytingina verður stjóraskifti á Arbeiðseftirlitinum.
Tummas Pauli Juul, deildarleiðari, hevur fyribils tikið við sum stjóri á Arbeiðseftirlitinum.
Og sjálvt tilbúgvingarøkið flytir nú aðrastaðni: Til Vørn
Leivur Persson, sum hevur verið stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum seinastu árini, flytur við til Vørn sum deildarleiðari á tilbúgvingarøkinum.
Har fór Óli Hans Olsen fór frá sum stjóri 1. juni eftir málið um Brimil á Bátastevnuni . Síðani hevur Jóhan Simonsen verið virkandi stjóri í Vørn, sum nú fær aðrar uppgávur eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald