Innanlands

Leiðandi yvirlæknin varð tann fyrsti koppsetti á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Poul Werner Madsen fekk prikið stutt eftir klokkan 13

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

2020-12-30 14:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir fyrstu persónarnir í Føroyum eru koppsettir fyri koronu. Fyrstu 975 skamtirnir komu til landið í gjárkvøldið, og í fyrsta umfari vóru tað 100 heilsustarvsfólk, sum fingu møguleikan at verða koppsett.

Koppsett varð á øllum trimum sjúkrahúsunum tíðliga seinnapartin, og í Klaksvík var tað leiðandi yvirlæknin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, danin Poul Werner Madsen, ið fekk tí fyrstu koppsetingina. Tað skrivar Norðlýsið, ið var á staðnum og fekk videobrot av hendingini.

Sí eisini: 

Flogfarið við vaksinuni lent í Vágum
Starvsfólk á Koronadeildini verður tað fyrsta

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder