Innanlands

Leggja uppskot um tunlar norður um fjall framaftur

Andstøðupolitikarar leggja fram uppskot um at framskunda tunlar norður um Fjall

Hvannasundstunnilin stóð liðugur í 1967 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hvannasundstunnilin stóð liðugur í 1967 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-08-21 17:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein røð av politikarum úr Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Miðflokinum og Sjálvstýri hava lagt málið um tunlarnar norður um Fjall framaftur.

Talan er um sama uppskot, sum fall í tinginum áðrenn summarferiuna - eitt av hesum málunum sum dróg út og kom ikki kom til viðgerðar fyrr enn klokkan hálvgun eitt um náttina, og atkvøtt var um trý tíðina.

Skotið verður upp at lógin fyri Norðoyatunnilin verður broytt, soleiðis at tunnilsfelagið, saman við Landsverki, fær heimild at brúka pening hjá partafelagnum til at fyrireika nýggja farleið “norður um Fjall”, og harvið framskunda verkætlanina.

Í orðaskiftinum tá, og síðani hevur eisini verið sagt at landsstýrið arbeiðir við einari loysn at framskunda tunlarnar norður um fjall, sum eru bygdir í 1965 og 1967.

- Tað er ikki nøktandi, at tað ikki verður farið undir at gera tunlarnar norður um Fjall fyrr enn í 2022. Tí verður arbeitt við at framskunda teir, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til grein 52a fyrispurningi frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni fyri Sambandsflokkin.

Enn er einki uppskot komið frá løgmanni, og nú verður hetta uppskotið so lagt framaftur.

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð (Tunlar norður um Fjall) verður til 1. viðgerð fríggjadagin í næstu viku.

(Rættað 22:59: Áður stóð, at fyrsta viðgerð av málinum verður fríggjadagin. Hetta er ikki rætt, viðgerðin verður hósdagin í næstu viku, 30. august 2018)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder