Innanlands

Latið verður upp fyri rottunum eisini

Umhvørvisstovan minnir á at vera ansin, so rottan ikki kemur í Sandoynna, nú opið verður millum Streymoynna og Sandoynna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-03 11:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Umhvørvisstovan minnir nú á at vera varin og ansa eftir rottu, nú sprongt verður ígjøgnum millum Streymoynna og Sandoynna í dag.

Sandoy er ein av 11 oyggjum, har ongin rotta er. Og tí er tað okkara ábyrgd at fyribirgja, at rotta sleppur til Sandoyar, sigur Umhvørvisstovan.

Kemur rotta í oynna er vandi fyri ríka fuglalívinum í oynni. Kemur rotta til oynna, verður tað til stóran skaða fyri fuglalívið. Serliga er tað fuglur, sum reiðrast í holum, ið verður oyddur av rottu, eitt nú skrápur, drunnhvíti og lundi.

[object Object]

Tá koyrandi verður til Sandoyar, fer ferðslan uttan iva at økjast, og verða sannlíkindini fyri, at rotta sleppur til Sandoyar størri.  Tað er tí sera umráðandi, at øll, sum senda ella flyta vøru til oynna, ansa eftir, at vøran er væl pakkað og heil, so at eingin rotta fylgir við. Eisini er umráðandi, at kommunurnar støðugt skipa fyri yvirvøku, fyri at fylgja við, um rotta skuldi verið í oynni, og at kommunurnar hava eina tilbúgving, so tær altíð eru til reiðar at týna rottuna beinan vegin, skuldi hon komið til oynna.

Umhvørvisstovan samskipar fyribyrging og týning av rottu saman við kommununum, og vegleiðir um yvirvøku og tilbúgving.

Harafturat er tað umráðandi, at øll sum búgva ella vitja Sandoynna, beinan vegin boða kommununi frá, um ein hevur sæð rottu, sigur Umhvørvisstovan. 



Umhvørvisstovan hevur gjørt eina frágreiðing um hvussu byrgjast kann fyri at fáa rottu í Sandoynna. Frágreiðingin kann lesast her 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder