Innanlands

Lærarar verða útbúnir til arbeiðsloysi

Formaðurin í Pedagogfelagnum heldur at útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum eiga at umleggjast

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-08-14 10:04 Author image
Ari av Rana
placeholder

Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, hevur í skrivi lagt fram, at Fróðskaparsetur Føroya eigur at leggja seg eftir at útbúgva fleiri námsfrøðingar.

Jógvan setur spurningin um útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum eru skipaðar á best hóskandi hátt í mun til tørvin á arbeiðsmarknaðinum.

- Í farnu viku var Lærarafelagið frammi við grein um, at vit útbúgva lærarar til arbeiðsloysi. Er tað ikki eitt gylt høvi at arbeiða fram ímóti at leggja útbúgvingarnar hjá Fróðskaparsetrinum um, so vit ístaðin til dømis fáa fleiri námsfrøðingar? Skrivar Jógvan Philbrow.

Formaðurin í Pedagogfelagnum skrivar, at leysliga mett er tørvur á umleið 400-500 fleiri útbúnum námsfrøðingum á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, og at tað skapar órógv á arbeiðsmarknaðinum, tá so nógv tøk størv eru innan sama fakøki.

- Fróðskaparsetrið kundi ístaðin tikið fleiri av umsøkjarunum til námsfrøði inn, samstundis við at upptøkan av til dømis læraralesandi minkaði, so tey ikki verða útbúgvin til arbeiðsloysi.

Jógvan ber fram, at meðan nýggir lærarar hava torført við at finna starv, er stórt trot á námsfrøðingum á vøggustovum, í barnagørðum og í sosialpedagogiskum arbeiðið innan almannaverki og fólkaskúlan.

- Um eitt miðvíst arbeiði verður sett í verk at útbúgva fleiri námsfrøðingar, so vildi tørvurin á arbeiðsmarknaðinum sjálvsagt minka skjótt, og lítil iva kann verða um, at tað hevði verið ein skilagóð avgerð, sigur Jógvan Philbrow at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder