Innanlands

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum verið sín fyrsta túr

Bárður á Steig Nielsen luttók í dag á evnisráðstevnu Norðurlandaráðsins í Oslo. Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og ukrainski varaheilsumálaráðharrin, Ihor Kopach, vóru millum luttakararnir

Bárður á Steig Nielsen hevur tikið yvir fyri Sirið Stenberg sum uttanríkisráðharri (Mynd: Sverri Egholm - frá móttøkuni í Tinganesi týsdagin)

Bárður á Steig Nielsen hevur tikið yvir fyri Sirið Stenberg sum uttanríkisráðharri (Mynd: Sverri Egholm - frá móttøkuni í Tinganesi týsdagin)

2026-04-17 16:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin tók Bárður á Steig Nielsen formliga við sum landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og hann hevur longu verið sín fyrsta uttanlandstúr.

Hetta var í Oslo, har evnisráðstevna Norðurlandaráðsins hevur verið.

Uttanríkis- og fiskivinnumálaráðið skrivar, at høvuðsevnið fyri ráðstevnuna var: Eru Norðurlond til reiðar til kreppur. Ymiskir kendir politikkarar vóru við:

- Serligur dentur varð lagdur á tilbúgving og mótstøðuføri í Norðurlondum, og boðskapurin var greiður – tættari samstarv millum Norðurlond er altavgerandi. Til setanina vóru gestarøðarar norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og ukrainski varaheilsumálaráðharrin, Ihor Kopach.

Landsstýrismaðurin luttók í spurnatíma saman við hinum norðurlendsku samstarvsráðharrunum, har millum annað broytingarnar í Helsingforsavtaluni og sjálvstøðugur limaskapur hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi í Norðurlandaráðnum vórðu umrødd, og harumframt hitti Bárður á Steig Nielsen fleiri norðurlendskar starvsfelagar.

Sí eisini: Hevur verið mín dreymur at fiskivinnumál og uttanríkismál hanga saman

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder