Innanlands

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hitti NATO-aðalskrivaran

Hetta var í sambandi við uttanríkisráðharrafundin í Helsingborg fríggjadagin

NATO-aðalskrivarin, Mark Rutte og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen

NATO-aðalskrivarin, Mark Rutte og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen

2026-05-24 09:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Undir uttanríkisráðharrafundinum í Helsingborg fríggjadagin nýtti Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, høvi at skifta orð við NATO-aðalskrivaran, Mark Rutte.

Eisini hitti landsstýrismaðurin Pierre Vandier, admiral, ið er annar av tveimum hernaðarovastum í NATO (SACT).

Strategiska støða Føroya fylti nógv í prátinum, og semja var um at hyggja nærri at møguleikum fyri tættari samstarvi, ið kann gagna bæði Føroyum og NATO, og samstundis fremja trygd og støðufesti í norðurhøvum.

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder