Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður við skúlamálum, vil hava at vita, hvussu støðan hjá morgunsangi, felagssangi, kvøðing og siðbundnu mentanini í fólkaskúlanum er
Landsstýrismaðurin hevur tí biðið umsitingina í Mentamálaráðnum gera eina frágreiðing um støðuna hjá morgunsangi, felagssangi, kvøðing og siðbundnu mentanini annars í fólkaskúlanum, sigur hann við Skúlablaðið.
Frágreiðingin verður liðug í komandi skúlaári.
– Tað er týdningarmikið, at vit hyggja nærri at støðuni sum heild viðvíkjandi morgunsangi, felagssangi, kvøðing og siðbundnari mentan í fólkaskúlanum. Við eini kanning fáa vit eina greiðari mynd av, hvussu hetta verður framt í praksis, og hvussu tað møguliga kann styrkjast framyvir, sigur landsstýrismaðurin.
– Tað týdningarmesta fyri meg er, at vit eisini í framtíðini hava ein fólkaskúla, sum gevur børnum sterkar røtur í kristnari siðvenju, føroyskum mentanararvi og fólkaræðisligum virðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald