Innanlands

Landsstýrið ætlar at niðurleggja Búskaparráðið

Landsbankin skal í framtíðini røkja uppgávuna – samstundis verður talið av nevndarlimum minkað niður í tríggjar

Jørgen Niclasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jørgen Niclasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-02-04 08:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jørgen Niclasen, lanssstýrismaður, hevur sent eitt lógaruppskot út til ummælis um at niðurleggja Búskaparráðið fyri ístaðin at leggja uppgávuna yvir á nevndina fyri Landsbanka Føroya.

Um orsøkina til uppskotið skrivar Jørgen Niclasen, at landsstýrið hevur sett sær fyri at minka talið av nevndum og ráðum, og at rationalisera almennu fyrisitingina.

Mælt verður nú til, at Landsbankanevndin verður búskaparráð, og at Landsbankin røkir skrivarauppgávuna, og hevur dagligu umsitingina hjá Búskaparráðnum.

Samstundis verður eisini mælt til at nevndin fyri Landsbanka Føroya lækkar úr sjey niður í tríggjar limir. Sostatt minkar fyrisitingin við einum ráðið og tvær nevndir við tilsamans tíggju limum, verður til eina nevnd við trimum limum.

Í løtuni hevur Fróðskaparsetrið dagligu umsitingina og skrivarauppgávuna hjá Búskaparráðnum. Nú umsitingin og skrivarauppgávan verður flutt til Landsbankan at røkja, ber til at rationalisera fyrisitingina, og sakkunnleikin verður savnaður á einum staði, verður sagt í viðmerkingunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder