Innanlands

Landsrætturin hert revsingina hjá 60 ára gomlum manni

Maðurin hevur fingið hálvtannað árs treytaða fongsulsrevsing fyri at hava framt kynsligan harðskap móti trimum gentum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-30 17:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eystari landsrættur hevur í vikuni verið í Føroyum og viðgjørt eitt mál um kynsligan harðskap.

Talan var um ein 60 ára gamlan mann, sum í 90unum skuldi havt framt kynsligan harðskap móti fýra gentum, sum tá vóru millum fýra og sjey ára gamlar.

Sambært Kringvarpinum varð maðurin í september í fjør dømdur eitt ár og tríggjar mánaðar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava havt annað enn kynsligt samband enn samlegu við trimum av gentunum.

Dómurin endaði í landsrættinum, sum hevur hert revsingina til hálvtannað árs treytaða fongsulsrevsing. Umframt hetta, skal maðurin vera undir eftirliti hjá kriminalforsorgini í tvey ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder