Innanlands

Landskassin rindað 1,3 milliardir í láni aftur

Fíggingin varð fingin til vega 2. juni, tá landskassin seldi lánsbrøv fyri 2,9 milliardir

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-06-12 07:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár, 11. juni, rindaði landskassin aftur eitt lánsbrævalán á 1,345 milliardir krónur. Upprunaliga var lánið, sum varð tikið í juni 2015, á 1,045 milliardir, men lánið varð í juni í fjør hækkað við 300 milliónum krónum. Tær 300 milliónirnar vóru saman við tøka gjaldførinum hjá landskassanum á 800 milliónir krónur, nýttar til at rinda 1,1 milliardir aftur við. Landskassaskuldin minkaði sostatt við 800 mió. kr. í juni í fjør.

Lánið á 1,345 milliardir krónur er afturgoldið við at taka eitt nýtt lán, og varð tað gjørt 2. juni 2020.

Tá seldi landskassin lánsbrøv fyri 2,945 milliardir krónur tilsamans, og 1,345 milliardir av hesum eru nú brúktar til at afturrinda omanfyri nevnda lán.

Restin, tað vil siga 1,6 milliardir krónur, verður brúkt til at fíggja væntandi hall á fíggjarlógini í ár og í 2021, ið væntast at koma vegna øktar útreiðslur og lægri inntøkur hjá landskassanum orsakað av koronusjúkuni.

Lánsbrævaskuldin hjá landskassanum er sostatt økt frá 3,7 til 5,3 milliardir krónur.

Lánsbrævaskuldin svarar sostatt nú til umleið 25 prosent av BTÚ (2019). Landskassin eigur tó tøkan pening á 4,5 milliardir krónur, so nettoskuldin er einans 800 milliónir krónur, sum svarar til sløk 4 prosent av BTÚ.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder