Innanlands

Landsbankin: Útlánini veksa ikki skjótari enn búskapurin

Útlánini hava tó stórt sæð síðani fíggjarkreppuna havt ein lægri vøkstur enn búskapurin, og hetta kann partvíst skyldast, at kapitalkrøvini, sum bankarnir skulu lúka, eru herd og at fyritøkurnar eru so mikið væl fyri í dag, at eftirspurningurin eftir fígging er lágur

2021-04-19 11:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bæði undan kreppuni í 90unum og fíggjarkreppuni í 2008 vuksu útlánini skjótari, enn búskapurin. Veksa útlánini skjótari enn búskapurin, kann tað vera eitt tekin um fíggjarligan óstøðugleika. Útlánini hava tó stórt sæð síðani fíggjarkreppuna havt ein lægri vøkstur enn búskapurin, og hetta kann partvíst skyldast, at kapitalkrøvini, sum bankarnir skulu lúka, eru herd og at fyritøkurnar eru so mikið væl fyri í dag, at eftirspurningurin eftir fígging er lágur.

Eitt týdningarmikið lyklatal at hyggja at, tá umræður fíggjarligt støðufesti, er, hvussu skjótt útlánini frá føroysku peningastovnunum veksa í mun til BTÚ. Er vøksturin í útlánum áhaldandi hægri, enn búskaparvøksturin, kann tað vera eitt tekin um fíggjarligan óstøðugleika.

Myndin niðanfyri vísur lutfallið millum BTÚ og samlaðu útlánini frá peningastovnunum. Er linjan veksandi, merkir tað, at útlánini veksa skjótari, enn búskapurin. Bæði undan kreppuni í 90unum og fíggjarkreppuni í 2008 vuksu útlánini skjótari, enn búskapurin.

[object Object]

Í løtuni eru ikki tekin um, at útlánini hjá peningastovnununum veksa ov skjótt samanborið við búskaparvøksturin.

Útlánini hava stórt sæð síðani fíggjarkreppuna havt ein lægri vøkstur enn búskapurin. Hetta kann partvíst skyldast, at fyritøkurnar eru so mikið væl fyri í dag, at eftirspurningurin eftir fígging ikki er stórur, og partvíst tí bankarnir leggja kapital til síðis fyri at uppfylla kapitalkrøvini, ið eru herd síðani fíggjarkreppuna í 2008.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder