
Í síðstu viku var nakað av orðadrátti og skriving aftur og fram millum serliga Landsbankan og Løgmansskrivstovuna. Ósemja var um, hvørji tøl í sambandi við Suðuroyartunnilin vóru røtt og uppaftur meira: Á hvønn hátt man skal nýta tey og leggja dent á við.
Sí eisini:
- Gera Smyril so dýran sum møguligt og Suðuroyartunnilin so bíligan sum møguligt
- Halda at løgtingið eigur at bíða
Partarnir skýrdu hvønn annan at vera misvísandi, og í einari grein á landsbankin.fo varð Løgmansskrivstovan ákærd fyri at pella.
Tá bar av. Løgmansskrivstovan svaraði aftur mitt undir aðru viðgerð í málinum um Suðuroyartunnlinum, og av tingsins røðarapalli helt løgmaður fyri, at hetta ikki var rætt yvirfri stavsfólki hansara.
Í skrivi á landsbankin.fo fríggjadagin varð partvíst drigið í land - í øllum førinum í partinum við tí "at politiski myndugleikin tilvitað pellar bæði fyri sær sjálvum og borgarum í landinum fyri at fáa verkætlanina samtykta".
- Hetta er hart orðað. Tað er óneyðugt. Tað biður Landsbankin um umbering fyri. Tann orðingin er nú strikað úr greinini.
Hetta var undirritað av Johnny í Grótinum formanninum í nevnd Landsbankans. Tó vildi Landsbankin ikki biður tó um umbering fyri at vísa á, at roknistykkið í frágreiðingini ”Fíggingarleistur – Suðuroyartunnilin, Oktober 2024” er misvísandi, og at tað ikki kann brúkast sum avgerðargrundarlag fyri, um Suðuroyartunnilin verður boraður ella ikki.
Semja er ikki beinleiðis millum løgmansskrivstovuna og Landsbankan og ávist trýst er á løgmanni (Mynd: Sverri Egholm)
Sálarfrøði og makt í stórum verkætlanum - næsti leikur
Síðani hevur verið friðarligt, men í sendingum hjá Kringvarpið hevur Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, sum heild verið ógvuliga atfinningarsom mótvegis verkætlanini
Á heimasíðuni hjá Landsbankanum í dag er aftur víst á greinar, útfrá bók og fyrilestri hjá Bent Flyvbjerg. Danski professarin hevur granskað nógv í og skrivað nógv um stórar verkætlanir.
Ein av niðurstøðum hansara er, at tað eru bara nakrar heilt fáar verkætlanir; um 0,5%, sum halda tíðarætlanina, kostnaðarætlanina og geva ta nyttu, sum lovað. Hetta er sokallaða jarnlógin. Sambært Bent Flyvbjerg eru tað serliga tvær orsøkir til, at henda jarnlóg heldur. Onnur er sálarfrøði og hin er makt. Viðvíkjandi sálarfrøði, so eru vit sum menniskju bjartskygd. Men bjartskygni er ikki altíð gott.
- Bent Flyvbjerg vísir í síni bók á eitt dømi. Skalt tú á eina ferð við flúgvara, vilt tú helst ikki hoyra flogskiparan siga ”Eg eri bjartskygdur um at vit hava nokk av brennievni til ferðina”. Tað hevði gjørt teg ótryggan, tí tú vilt heldur hava, at flogskiparin er realistiskur viðvíkjandi brennievni til ferðina, so flogfarið ikki dettur niður, áðrenn tit koma til ferðamálið.
Hetta kann flytast til tíð og pengar, heldur Landsbankin, og tað er neyðugt at verða tilvitaður um, at vit menniskju eru bjartskygd av náttúru, og at vera tilvitaður um hetta, tá ið tíðar- og kostnaðarætlanir verða lagdar fyri eina verkætlan.
- Tá tað kemur til makt, so kemur tað meira enn so fyri, at man við tilvitað pellar um verkætlanina, fyri at fáa hana setta í verk. Hetta verður eisini kalla strategisk misrepresentation, endar greinin við.
Eisini er komin út grein - útfrá tí sum Bent Flyvebjerg skrvar, sum hevur heitið Meira realistiskar ætlanir við at brúka tilvísingarbók
Suðuroyartunnilin verður ikki nevndur við einum orðið í dag, men tað er eingin ivi um, at roynt verður aftur at vísa á tað, sum Landsbanki Føroya í øllum førum, sær sum vandar í verkætlanini. Og tað landsstýri ógvuliga gjarna vil hava tað ígjøgnum.
3. viðgerð í málinum um projektering og útbjóðan av Suðuroyartunnilin, tilhoyrandi avgerð um linjuføring, kemur fyri Løgtingið mánadagin 19. mai. Aksel V. Johannesen hevur lovað, at onkrar broytingar vera, og ymiskt skal kannast nærri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald