Uttanlands

Lagarfoss hjá Eimskip fingið maskinbrek

Íslendska sjóverjuskipið þór sent út at sleipa bingjuskipið aftur í havn

Lagarfoss (Mynd: eimskip.com)

Lagarfoss (Mynd: eimskip.com)

2020-12-28 13:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íslendska verjuskipið Þór setti í gjár kós í ein útsynning fyri at hjálpa bingjuskipinum Lagarfoss hjá Eimskip, sum í gjárfekk motorbrek á veg úr Reykjavík til Halifax, Nova Scotia í Kanada.

Skipið var statt á eini leið, 230 fjórðingar í ein útsynning úr Reykjanesi, tá tað í gjárkvøldið sendi boð til íslendsku sjóverjuna um at fáa eitt sleip aftur til Reykjavíkar, eftir at tað ikki eydnaðist manningini at fáa motorin á skipinum í gongd aftur, skrivar dagblaðið Vísir.

Roknað verður við, at Þór verður hjá skipinum í morginárið. Um sleipið gongur sum ætlað, kann roknast við, at Lagarfoss er aftur í Reykjavík nýggjársaftan, skrivar visir.is.

Eimskip skrivar á heimasíðu síni, at veðri á leiðini er gott, og at alt stendur væl við hjá manningini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder