Innanlands

Læknafelagið: Fosturtøkulógin skal endurskoðast

Læknafelagið hevur spurt limirnar, hvørja áskoðan teir hava um galdandi fosturtøkulógina frá 1956, og bert tríggir av 119 læknum siga seg vera ímóti at broyta lógina, meðan 106 læknar halda, at tað skal vera upp til kvinnuna at taka avgerð um fosturtøku

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-06-19 07:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin boðaði Løgmálaráðið frá, at Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður hevur gjørt av at endurskoða fosturtøkulógina.

Grundgevingin er, at galdandi lógin er frá 1956 og er tíðin komin at gera lógina meira tíðarhóskandi. Og hesum taka flestir limir í Læknafelagnum undir við.

Tað vísur ein kanning, sum Læknafelagið hevur gjørt.

Les eisini: Fosturtøkulógin skal endurskoðast

Læknafelagið ynskti at geva sítt íkast til kjakið um fosturtøkulógina, og skipaði Læknafelagið tí fyri orðaskifti millum limirnar á fundi 3. mai, og niðurstøða var, at Læknafelagið skuldi spyrja limirnar um teirra áskoðan um lógina, sum leggur eina serliga ábyrgd á læknar, sum kunnu fáa fongulsrevsing, um teir ikki umsita lógina rætt, skrivar felagið.

11. mai sendi nevndin í Læknafelagnum tí spurnablað til limirnar um galdandi fosturtøkulógina.

– Vit sendu íalt 242 teldupostar, men vit høvdu ikki teldupostadressu hjá 11 limum, sum tískil ikki fingu høvi at siga sína áskoðan. Vit sendu eina áminning 22. mai og lokaðu kanningina 1. juni. Tað var bert møguligt at velja ein av svarmøguleikunum. Í alt 119 svaraðu.

Kanningin vísti, at meginparturin av læknunum halda, at kvinnan sjálv skal taka avgerðina um fosturtøku. Hin vegin eru tað eisini limir sum hava onnur sjónarmið, íroknað at fosturtøka eigur at vera loyvd í færri førum enn í dag.

Tríggir læknar, ella 2,5 prosent av teimum, ið svaraðu, halda, at galdandi lóg frá 1956 ikki eigur at verða broytt. Hinvegin halda 106 læknar, ella 89,1 prosent, at galdandi lóg eigur at verða broytt, so tað er upp til kvinnuna at avgera, um hon vil enda graviditetin innan ávíst tíðarmark.

Fimm læknar, ella 4,2 prosent, halda, at galdandi lóg eigur at taka burtur ásetingarnar í lógini um revsing, men annars eigur hon ikki at vera broytt.

Tveir læknar, ella 1,7 prosent, halda, at lógin skal herðast, so færri umstøður geva atgongd til fosturtøku enn í dag, t.d. kynslig brotsgerð móti kvinnuni ella at fostrið hevur eitt brek, sum ger at tað sannlíkt ikki kann liva eftir føðing.

Tríggir læknar, ella 2,5 prosent, halda, at fosturtøka bert skal verða loyvd, um lívið hjá kvinnuni er bráðfeingis hótt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder