2026-08-30 14:54
Í minsta lagi sjey fólk eru deyð, eftir at eitt ferðafólkaskip við umleið 267 fólkum umborð koppaði út fyri Norðurkýpros.
Leitingar- og bjargingararbeiði er í gond, og orsøkin til vanlukkuna er higartil ókend, skrivar Ritzau.
Skipið, sum var ávegis móti turkisku havnini Tasucu koppaði, eftir at tað byrjaði at taka vatn inn stutt eftir fráferð úr Kýpros.
Umborð á skipinum vóru 259 ferðafólk umframt manningin, sum taldi átta fólk. 244 fólk eru bjargað úr vatninum, og 23 eru framvegis ikki komin afturíaftur, skrivar TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald