Uttanlands

Kyiv: Átta latið lív í russiskum dronuálopi

Russar hava í nátt framt umfatandi dronuálop á ukrainska høvuðsstaðin

Ukrainski høvuðsstaðurin, Kyiv (Mynd: EPA)

Ukrainski høvuðsstaðurin, Kyiv (Mynd: EPA)

2025-06-23 13:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi átta fólk hava latið lív í einum russiskum loftálopi á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv í nátt, upplýsa ukrainskir myndugleikar.

Talan var um eitt umfatandi dronuálop, sigur Tymur Tkatjenko, sum stendur á odda fyri hernaðarumsitingini í Kyiv sambært Ritzau.

Eldur kyknaði í fleiri grannaløgum, og inngongin til eina metrostøð fekk skaða. Nógvir íbúgvar í Kyiv brúka metrostøðirnar sum bumbuskýli, tá býurin er undir álopi.

Umframt at sjey fólk lótu lív, vórðu 34 fólk eisini særd í álopinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder