Mentan

Kwamie bjargaði Tinu

- Tit hava bæði uppiborið at vera her. Eg skilji ikki hví, hví, hví vit eru sett í hesa støðuna, segði hon

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-18 21:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tina er víðari í X-Factor. Taðå var stórur dramatikkur í høllini í Brøndby í kvøld, nú Kwamie fekk til uppgávu at velja millum sínar egnu.

- Eg sendi Tinu víðari segði hon.

Men tað var eftir langa umhugsunartíð. Neyvan hevur tøgnin valdað so leingið við dómaraborðið sum í kvøld, tí Kwamie Liv, hevði bara grundgevingar fyri at senda sínar sangarar víðari, og ikki hvør ikki skuldi sleppa.

- Tit hava bæði uppiborið at vera her. Eg skilji ikki hví, hví, hví vit eru sett í hesa støðuna.

Men at enda valdi hon so at senda føroysku Tinu víðari til næsta umfar av X-Factor

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder