Innanlands

Kvinnurnar framvegis meiriluta í Fugloy

Men maðurin gjørdist toppskorari

Amalia í Frammistovu, afturvald

Amalia í Frammistovu, afturvald

2020-11-10 20:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Fugloy gjørdist tað afturval til teir tríggjar limirnar, sum manna fráfarandi bygdaráð.

Símun Gullaksen í Hattarvík gjørdist toppskorari við við 13 atkvøðum, meðan sitandi borgarstjóri, Amalia í Frammistovu, og Marit Fríða Christiansen, báðar av Kirkju, fingu ávikavist 11 og 7 atkvøður.

Sostatt var afturval. Símun Gullaksen varð ikki valdur á valinum seinast, men hevur sitið í kommunustýrinum eftir at Jógvan Páll Poulsen tók seg úr kommunustýrinum.

[object Object]
Símun Gullaksen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder