Uttanlands

Kvinna hevur illgruna um, at Marius doyvdi hana

Stóra rættarmálið móti norska krúnprinsessusoninum byrjaði í gjár. Í dag verður hann sjálvur avhoyrdur í Oslo tingsrett

Áhugin hjá norskum og útlendskum er ovurstórur fyri rættarmálinum móti Marius Borg Høiby. Ongar myndir eru komnar út av ákærda sjálvum (Mynd: EPA)

Áhugin hjá norskum og útlendskum er ovurstórur fyri rættarmálinum móti Marius Borg Høiby. Ongar myndir eru komnar út av ákærda sjálvum (Mynd: EPA)

2026-02-04 14:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein av kvinnunum, ið var offur fyri norska krúnprinsessusoninum Marius Borg Høiby, hevur í gjár og fyrrapartin í dag givið sína frágreiðing í rættinum í Oslo.

Her segði hon, at hon hevur illgruna um, at hon varð doyd í sambandi við kynsliga ágangin, ið varð framdur móti henni á bústaðnum hjá norsku krúnprinsahjúnunum í Skaugum eftir ein túr í býnum í 2018.

- Tað eg síggi er, at eg eri fullkomuliga lívleys, segði kvinnan, tá ákærin spurdi um myndir av henni frá hendingini.

- So mín illgruni er, at eg kanska havi fingið okkurt, sum eg ikki visti av, segði hon víðari.

Fýra videoupptøkur og tíggju myndir, sum Marius Borg Høiby, sambært ákærumyndugleikanum, tók í sambandi við hendingina, var víst á rættarfundinum, sum varð hildin fyri afturlatnum hurðum í gjár.

- Vart tú dopað?, spurdi statsákærin Sturla Henriksbø.

- Tað er tað, sum et haldi. 100 prosent, svaraði kvinnan sambært NRK.

Marius Borg Høiby er ákærdur fyri at hava neyðtikið kvinnuni á annan hátt enn við samlegu, men er ikki ákærdur fyri at hava doyvt hana.

Kvinnan meldaði ikki sjálv hendingina til løgregluna. Tað var løgreglan, sum fann hana á myndum og upptøkum, tá tey kannaðu telduna hjá Marius Borg Høiby, hava norskir miðlar skrivað frá hendingini.

Rættarmálið byrjaði í gjár. Her noktaði 29 ára gamli Marius Borg Høiby seg sekan í valdstøku í fimm ákærum um kynsligan ágang.

Hann játtaði seg sekan í einum føri av kynsligum ágangi og í nøkrum øðrum ákærum.

Hann hevur viðgingið at hava koyrt ov skjótt, at hava koyrt uttan koyrikort, at hava brotið eitt tilhald og at hava brotið rúsevnalóggávuna.

Í nøkrum ákærum játtaði hann seg lutvíst sekan. Eitt nú í ákærum um harðskap og fyriligaleysa atferð.

Nú seinnapartin verður Marius Borg Høiby sjálvur avhoyrdur í rættinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder