2018-08-14 11:14
Niðurstøðan í kærumálinum hjá Liljuni Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðara í Kringvarpinum, er nú skrivað og latin pørtunum.
Men enn ber ikki til at siga, hvat niðurstøðan sigur.
Portalurin hevur verið í sambandi við partarnir, men ongin ynskir at siga nakað um, hvat niðurstøðan sigur.
Sjálv sigur Liljan Weihe, at hon ynskir at tosa við advokatin hjá sær, áðrenn hon sigur nakað. Kári Sólstein, fyribilssettur kringvarpsstjóri, sigur, at hann ongar ætlanir hevur um at úttala seg um starvsfólkamál á stovninum yvirhøvur.
Portalurin hevur biðið Mentamálaráðið um innlit í málið.
Vit venda aftur so skjótt, sum nýtt frættist í málinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald