Innanlands

Kunnu ikki melda straffbarlistan til løgregluna

Enn veit leiðslan á Glasi ikki hvør hevur gjørt listan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-09-11 14:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Steinbjørn Hardlei og Glasir kunnu ikki melda málið um straffbarlistan til løgregluna. Tað upplýsir hann fyri útvarpinum i dag.

Hetta var annars ætlanin, og hesum boðaði rekatarin, Steinbjørn Hardlei, eisini næmingunum frá síðsta fríggjadag, tá listin var í umferð á skúlanum. Men tað ber ikki til.

- Vit sum skúli kunnu ikki melda málið. Vit hava skilt, at møguligu lógarbrotini á listanum sambært revsilistanum eru av slíkum slag, at tað er upp til hvønn einstaka, sum kennir seg hava verið fyri órætti at melda, sigur Steinbjørn Hardlei við útvarpið.

Umrøddi listin metir um, hvør á skúlanum er lekkrast, og hevur viðmerkingar av seksuellum tóna um ymsar lærlingar, næmingar og lærarar, sum verða nevnd við navni.

Glasir er nú í samband við Dátueftirlitið fyri at fáa greiði á, um listin er í stríð við persónsupplýsingarlógina.

Enn veit leiðslan í skúlanum ikki hvør hevur gjørt listan, men hevur heitt á næmingarnar á at taka ábyrgd av teimum gerðunum, sum eru framdar, og at viðurkenna tær avleiðingar sum standast av hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder