Innanlands

Kunnandi borgarafundur um íbúðarverkætlan við Sundsvegin verður 1. juli

Uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matrikkulin varð samtykt fyrr í ár. Talan er um økið beint við Kringvarpið og Norðurlandahúsið, har íbúðarbygging í trimum økjum eftir ætlan skal vera

2026-06-26 14:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 30. apríl 2026 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matrikkul 1458a í Havn.

Uppskotið snýr seg um at skipa íbúðarbygging í trimum hæddum við atliti at fríøkjum.

Kommunan bjóðar í hesum sambandi øllum áhugaðum til framløgu um íbúðarverkætlanina í Posthúskjallaranum, Tórsgøta 8, mikudagin 1. juli klokkan 17.

Uppskotið um serstaka byggisamtykt kemur ístaðin fyri galdandi serstøku byggisamtykt fyri økið, sum loyvir útstykking til 18 stakhús.

Uppskotið og hoyringina sæst her

Tórshavnar kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder