Mentan

Kringvarpið farið í svart

Svartur skíggi hjá Degi & viku

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-19 19:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú Dagur & vika skuldi byrja klokkan 19 vóru helst fleiri sum høvdu tendrað sær sjónvarpið ella royndu at hyggja á netinum.

Men har var einki at síggja. Bara svartur skíggi. Enn eru eingi boð komin um hvat er galið, men vónandi gongur ikki so lang tíð áðrenn tað riggar aftur hjá teimum í Sortudíki.

Seinni í kvøld er Miðflokkurin í sjónvarpsstovuni, tá Andgletturin er á skránni - um tað ikki er svartur skíggi sjálvsagt.

Dagføring 19:16: Orsakað av tekniskum breki, er Dagur og vika seinkað. Haldið okkum til góðar, ljóða nýggjastu boðini úr Kringvarpinum. Nú er ikki svartur skíggi longur, nú sæst skráin fyri í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder